Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetrið hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og nú landsstýriskvinnnan í mentamálum, Hanna Jensen, hevur góðkent útbúgvingarprofilin, kann BSC útbúgvingin í maskinfrøði verða boðin út á Fróðskaparsetrinum.
Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum fegnast um, at maskinmeistarar loksins fáa atgongd til víðari lestur á universitetsstøði. Hann vísir tó á, at góða og solida maskinmeistaraútbúgvingin, sum vit kenna hana í dag, verður óbroytt.
Í fyrireikingararbeiðinum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við Danmarks Tekniske Universitet um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði.
Nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við Bologna-leistin.
Lýsing av útbúgvingini finst her:
https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/maskinfrodi/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald