Innanlands

Nýggj bilasøla sær dagsins ljós

Fyritøkan hevur í longri tíð verið partur av bilasølu í Niðurlondum, men bjóðar sínar tænastur fram í Føroyum

2024-11-26 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag, týsdagin 26. november, letur Føroya Bilasøla dyrnar upp. Hetta er eitt nýtt slag av bilasølu. Fyrst og fremst er talan um brúktar bilar, sum verða innfluttir til Føroya, men møguleiki verður eisini fyri at innflyta nýggjar bilar.

- Vit eru sannførdir um, at vit kunnu bjóða kappingarførar prísir og samstundis gera tað lætt fyri okkara viðskiftafólk at keypa næsta bilin, sigur Adam Andreasen, stjóri í Føroya Bilasølu.

Fyritøkan hevur í longri tíð verið partur av bilasølu í Niðurlondum, men fer nú at bjóða sínar tænastur fram í Føroyum.

- Endamálið er at veita eins góða tænastu her í Føroyum, sum vit frammanundan gera uttanlands. Av tí at vit eru partur av bilasøluni í Niðurlondum, so er eitt millumlið skorið burtur í tilgongdini at keypa nýggjan bil. Harvið er tryggleikin í hásæti, samstundis sum tað er eitt garanti fyri góðsku, leggur Adam afturat.

Á heimasíðuni ber til at finna alskyns nýggjar og brúktar bilar. Bæði persónbilar og vørubilar. BMW, Mercedes-Benz, Audi, Volkswagen, Opel, Toyota, ein klassiskan reyðan Ferrari – ja, enntá ein Tesla Cybertruck kann man fáa fatur á.

- Tað, sum sæst á heimasíðuni, er bert ein brotpartur av øllum bilunum, sum vit hava atgongd til. Av tí at vit eru partur av niðurlendsku bilasøluni, so hava vit atgongd til bilar í túsundatali hvørja viku, sigur stjórin í nýggju fyritøkuni at enda.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder