Mentan

Nýggj bók: Føroysk orðatøk

'Føroysk Orðatøk' er ein endurskoðað, økt og snøggað útgáva av 'Fátt er betri - 1196 føroysk orðatøk' frá 2009, sum hevur verið útseld í eina tíð

Páll Isholm

Páll Isholm

2022-10-13 08:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit kenna tey øll. Tey liva okkara millum og okkum dámar eisini væl at spæla við tey og broyta tey til nútíðina og serstøk høvi. Tey hava altíð veitt íblástur til upplýsing og undirhald, álvara og gaman. Summi yvirliva, onnur hvørva. Orðatøk eru seinasta livandi greinin innan skaldskap av mannamunni, og nú finnast tey í størstu útgávu av sínum slagi á føroyskum.

Út er nevniliga komin nýggj bók “Føroysk orðatøk”, ið Páll Isholm hevur ritstjórnað. Páll hevur í mong ár arbeitt miðvíst við at savnað og skráseta orðatøk.

Tey flestu eru úr størri og smærri søvnum bæði útgivnum og óútgivnum, onnur eru úr orðabókum og uppaftur onnur eru frá munnligum keldum av ymiskum slagi. Elsta keldan er “Dictionarium Færoense” eftir J. C. Svabo frá endanum av 18. øld, meðan yngsta keldan er eini facebookboð frá í summar.

Páll hevur áður verið við til at geva út ‘Steinur brestur fyri mannatungu – ein tiltaksorðabók á føroyskum’ (2003), sum í dag er partur av orðabókaportalinum sprotin.fo og ‘Fátt er betri – 1196 føroysk orðatøk’ (2009), sum hevur verið útseld eina tíð.’ Bókin ‘Føroysk orðatøk’ er ein endurskoðað, økt og snøggað útgáva av hesari.

Bókin er skipað í tríggjar partar, so lætt er at finna fram til eitt hóskandi orðatak til eitt og hvørt høvi. Í fyrsta parti eru orðatøkini skipað eftir evni, og í øðrum parti eru tey skipað í bókstavaraði eftir fyrsta bókstavi. Í triðja parti eru tey orðatøkini, sum eru løgd afturat útgávuni ‘Fátt er betri’ endurgivin.

Paula S. á Torkilsheyggi hevur sniðgivið og sett bókina upp, og Estra í Syðrugøtu hevur staðið fyri prentingini. Bókin er stuðlað av Eysturkommunu, Mentanargrunni landsins og Fjølriti.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder