Mentan

Nýggj bók frá Námi: Úr gomlum ritum

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við undirheitunum Føroysk handrit fram til 19. øld - Færøske håndskrifter frem til 19. århundrede - Faroese manuscripts up to the 19th century, sum Seán Vrieland, lektari við atknýti at Árnasavninum, hevur skrivað

2024-12-14 12:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hendan bók varð skrivað sum úrslit av verkætlanini Tú skalt biðja um eitt reisipass: Talgild heimflyting av føroyskum handritum. Heitið á verkætlanini kemur úr innganginum fremst í Fugloyarbók, ið Hans David Matras skrivaði, áðrenn hann sendi handritið til vinmann sín, V.U. Hammershaimb í Keypmannahavn í 1854.

“Gakk nú til útlands gamla stóra bók,” skrivar Matras, “og sig teimum tíðindi nýggj og gomul, sum tú kanst best. [...] Tær behøvist hvørki mat ella drekka, men tú skalt biðja um eitt reisipass upp á vegin aftur aftini.”

Endamálið við verkætlanini var at geva føroyskum handritum á søvnum uttan fyri Føroyar eitt “talgilt reisipass” í form av handritalýsingum. Takkað verið hesi verkætlan, eru Fugloyarbók og onnur føroysk handrit nú atkomulig á heimasíðuni Handrit.is. Endamálið við bókini er sum framhald at geva handritunum “ferðaskjøl”, so tey kunnu bjóðast á gátt hjá fólki, ið hevur áhuga í Føroya søgu, mentan, bókmentum og máli.

Bókin er skrivað á trimum málum – føroyskum, donskum og enskum – og tann forvitni lesarin eggjast til at fara á rannsóknarferð inn í føroysk handrit á einum, tveimum ella øllum trimum málum. Teir tríggir tekstirnir eru í høvuðsheitum eins; tó kunnu frábrigdi koma fyri, av tí at málini bera seg ymiskt at, og eisini tí at forkunnleikin hjá føroyska, danska ella útlendska lesaranum helst ikki er eins.

Handritið er skrivað á enskum, og Nicolina Dahl hevur týtt til føroyskt.

Bókin “Úr gomlum ritum” kemur út og verður løgd fram í Námi mikudagin 18. desember kl. 15:00.

Høvundurin, Séan Vrieland, fer at greiða frá verkætlanini og Ole Wich, sum hevur funnið myndir og umbrotið bókina, fer at greiða frá, hvat hann hevur lagt dent á á visuellu síðuni av bókini.

Okkurt tónleikainnslag verður, og Nám bjóðar kaffi og kaku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder