“Av bekki á skipabunka” er heitið á nýggjari bók, sum er komin í bókabúðirnar. Rithøvundur er Óli Olsen.
Bókin er 173 síður, hevur nógvar forkunnigar myndir. Forsíðan sýnir farmaskipið ‘Jubelfesten’, sum sigldi nógv upp á Føroyar.
Við støði í rannsóknum verður roynt at lýsa, nær ið fyrstu fólkini settu seg niður í Føroyum.
Báta- og skipafundir í grannalondum verða viðgjørdir í royndini at seta Føroyar inn í eina søguliga tilgongd ella menning.
Í 1271 fóra útlendsk farmaskip at sigla upp á Føroyar. Seinni tóku føroyingar táttin upp. Sagt verður brotakent frá føroyskari farma- og ferðafólkasigling til henda dag.
Umrøddar verða útlendskar og føroyskar fiskiroyndir undir Føroyum, til føroyskur skipsfiskiskapur í 1870-unum fótaði sær.
Í 1856 fingu føroyingar frían handil. Meginhandlar taka seg upp, og skip teirra sigldu við farmi innan og uttan fyri landoddarnar.
Í 1896 byrjaði Smiril strandfarasigling. Aðrar farleiðir tóku seg upp, og sagt verður frá rutum og rutubátum, til Strandfaraskip landsins tóku um endan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald