Innanlands

Nýggj bók um umstríddu viðurskiftini millum Føroyar og Russland

Í nýggjari bók sum kemur út í desember verður umstríddu viðurskiftini við Russland

2019-11-08 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar í sambandi við vitjanina av danska statminstaranum, Mette Fredriksen, eru danskir politikarar og miðlar aftur stúrnir og ørkymlaðir um viðurskiftini millum Føroyar og Russland.

Føroysku miðlarnir hava eisini viðgjørt støðuna, og í dag boðar Hanus Samró frá, at hann í desember gevur bók út um hetta.

[object Object]

Bókin snýr seg um allan føroyskan útflutning til Sovjet frá tí hann byrjaði til dagin í dag.

Arbeiðið at gera bókina hevur verið í gongd í trý ár, og í desember kemur bókin út.

Á permuni síggjast kendir menn. Frá vinstru: Aleksander Ishkov, sovjetiskur fiskimálaráðharri, Hákun Djurhuus, løgmaður og landsstýrismaður, Atli P. Dam, løgmaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder