
Fyrrapartin í gjár fór enn ein rútur í knús á Erlu Kongsdóttir. Harvið er aftur neyðugt hjá Strandfaraskipum Landsins at broyta siglingina um Nólsoyarfjørð.
Báturin hjá Bjargingarfelagnum, Rescue Tanum, sigldi eina ferð aftur og fram um Nólsoyarfjørð í gjár - klokkan 15.20 tók Jósup yvir, og sum so mangan seinastu tvey árini skal Jósup røkja Nólsoyarleiðina í eina tíð. Ternan er framvegis á beding.
Sambært nýggju ferðaætlanini fyri leið 90 skal Jósup sigla átta túrar um Nólsoyarfjørð teir flestu av gerandisdøgunum. Ávísar broytingar eru í mun til undanfarnu ferðaætlan. Ferðaætlanin hjá Jósupi sæst her
Heimasíðan ssl.fo skrivar, at sprungur vóru komnar í fremsta salongrútin í stýriborðsíðu. Hetta er ein av teimum upprunaligu rútunum, sum ikki varð skiftur, tá teir stóru rútarnir í miðjuni vórðu skiftir ímóti endanum av 2020. Undir umvælingini varð verja sett á allar rútar, fyri at tryggja at rútarnir ikki kundu brotna inn í skipið.
Les eisini: Heðin Mortensen: Kunnu ikki liva við hesum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald