Hóast vit eru í 2024, er tað enn ringt hjá føroyskum ungum at finna kunning um tey altjóða, alfevnandi mannarættindini á teirra móðurmáli. Men hetta broytir ein nýggj, ókeypis bók, ið er ætlað teimum eldru fólkaskúlaflokkunum.
Rithøvundurin av bókini “Føroyar fyri Mannarættindi”, Oline Lykke Grand, greiðir soleiðis frá:
- Tað kann skapa eina fjarstøðu til mannarættindi, tá ið tað einans ber til at lesa um tey á fremmandamálum. Tískil er tað av alstórum týdningi, at vit læra um okkara rættindi á føroyskum, um vit skulu skilja og verja tey, sigur Oline Lykke Grand.
Føroyar fyri Mannarættindi er ein bók, ið gevur ungum møguleika fyri, at læra um mannarættindi á føroyskum og í einum føroyskum samanhangi. Í bókini vera uppgávur, ið hava til endamáls at lata næmingin sjálvstøðugt skapa sínar egnu hugsanir um mannarættindi.
- Føroyar skulu ganga á odda og vera eitt samfelag, har øll hava jøvn rættindi, og tískil er tað av alstórum týdningi, at tey ungu fáa innlit í mannarættindamál. Bókin “Føroyar fyri Mannarættindi” gevur ungum møguleika at læra um mannarættindi á føroyskum, soleiðis at tey kunnu luttaka í føroyska mannarættindakjakinum, sigur Oline Lykke Grand.
Málbólkurin er serliga teir eldru flokkarnir (8. og 9. flokki) í fólkaskúlanum. Bøkurnar eru prentaðar, og tá ið skúlarnir bíleggja tær, móttaka næmingarnir eitt ókeypis eintak í part. Umframt hesum fylgir ein nágreinilig læraravegleiðing við bókunum, ið ger tað einfalt hjá lærarum at taka bókina við í undirvísingina. Sambært námsætlanini hava lærarar møguleika at brúka bókina til at menna førleikarnar hjá næmingum sum ein part av einum ískoytisøki, ið 20 prosent av undirvísingini skulu brúkast til.
“Føroyar fyri Mannarættindi” er skrivað av Oline Lykke Grand við ráðgeving og fíggjarligum stuðli frá Námi, altjóða hópfíggingarpallum og privatpersónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald