Ein nýggj føroysk samtíðarskaldsøga er komin út.
Talan er um "Tám" eftir Jón Thorsteinsson, sum snýr seg um eina einliga mammu, sum hevur búð uttanlands í nógv ár og flytur aftur til Føroya við soni sínum. Tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum, men tað vísir seg, at vandar liggja og lúra. Stríðast má fyri glottunum í gerandisdegnum í hesi søguni um broytingar á lívleiðini, vinaløg, tráan, brotsgerðir og nýbornan kærleika.
Bókin verður lýst sum "filmisk" og sum ein realistisk skaldsøga, sum líðandi gerst meira spennandi.
Bókin, sum er 342 síður, verður útgivin á Forlagnum Brúgvin.
Hetta er triðja bókin eftir Jón Thorsteinsson. Hinar báðar eru ”Søgur úr býnum”, ið kom út í 2019, og ”Hult og dult”, ið kom út í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald