Mentan

Nýggj frímerki frá Posta

Frímerki nr. 1000 hjá Martin Mörck er størsta av sínum slag. Hini bæði evnini eru rúmdarferðin Hugin og fiskasøla í Vágsbotni

2023-08-15 11:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við teimum trimum nýggju frímerkjunum, sum nú koma út, fevnir Posta um allan heimin og enntá heilt út í rúmdina.

Posta hevur enn eitt frímerki nr. 1000 á skránni – tað størsta av sínum slag, eina rúmdarferð og fiskasølu í Vágsbotni.

[object Object]

Frímerki nr. 1000 hjá Martin Mörck

Fríggjadagin 11. august kundi Martin Mörck, heimsins virknasti núlivandi frímerkjasniðgevi og -gravørur, hátíðarhalda útgávuna av frímerki sínum nr. 1.000.  

Posta hevur leingi samstarvað við Martin Mörck og givið út 48 av verkum hansara, harav 40 sum vanlig frímerki og átta sum postgjaldsmerki.

Martin Mörck hevur stóran tokka til Føroyar og á Posta eru tey sera fegin um, at hansara frímerki nr. 1000 bleiv ein føroysk útgáva. Umframt at vera frímerki nr. 1000 hjá Martini Mörck, er hetta eisini størsta frímerkið nakrantíð, sum er graverað við hond. Støddin er 62 x 82 millimetrar, meðan tað næststørsta av hesum slag er 55 x 75 millimetrar. Málningin málaði Emil Krause í 1933.

[object Object]

Huginn rannsóknarferðin

Seinni í august fer danski astronauturin, Andreas Mogensen, á rannsóknarferð til altjóða rúmdarstøðina ISS. Heitið á rannsóknarferðini er ”Huginn”, uppkallað eftir øðrum av Óðins ravnum. Í hesum sambandi geva Posta og Tusass Grønland í samstarvi við ESA – European Space Agency – út eina felags frímerkjaútgávu. Anker Eli Petersen hevur sniðgivið smáarkið. 

[object Object]

Fiskasøla í Vágsbotni

Í Havn var frá eldri tíð vanligt at fara oman til bátar, sum høvdu verið á floti, at keypa fisk frá teimum. Hendan siðvenja er varðveitt m.a. í Havn, og hevur fingið góð kor, tí kommunan hevur gjørt eitt sølutorg í Vágsbotni, har tað dagliga ber til at keypa fisk og fiskavørur og stundum eisini grønmeti, kjøt, súltutoy og aðrar heimavirkaðar vørur. Mynd: Tjóðsavnið / Gjertrud M. Gravesen.

Longri greinar um frímerkini kunnu lesast á www.stamps.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder