Innanlands

Nýggj gongubrúgv við Gjógv

Mæmingar á tekniska skúla hava gjørt nýggju brúnna

2018-11-01 22:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í góðveðrinum mikudagin varð nýggj snotulig gongubrúgv sett upp miðskeiðis í Gjáar bygd. Áin sum rennur gjøgnum bygdina gevur sín serliga dám, og nýggja brúgvin ger eisini sítt til at fríðka um økið.

Núverandi brúgv var í ringum standi og tí var avgjørt at gera eina nýggja. Tað eru næmingar á tekniska skúla, sum hava gjørt brúnna.

Fyrr í ár varð eisini brúgv av sama slag sett upp í Haldórsvík, skrivar Sunda kommuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder