
Á býráðsfundi í farnu viku samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta gongd á víðari útstykking á Fløtugerði í Leirvík. Talan er her um 18 grundstykkir og eitt øki á 3.688 m2, sum kann brúkast til íbúðarbygging.
Hetta er byggistig 2 á Fløtugerði, har 18 nýggj grundstykkir vórðu útstykkjaði fyrraárið. Fleiri nýggj hús standa í løtuni í gerð, og nú verður stykkjað út til enn fleiri bústaðir, skrivar Eystkurkommuna.
Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið til byggistig 2 av útstykkingini, og hetta skal viðgerast av teknisku umsiting áðrenn tað verður endaliga góðkent. Tá hetta er góðkent er klárt at bjóða arbeiði út.
Áhugin at seta búgv í Eysturkommunu er stórur. Fyri sløkum mánað síðan vórðu 27 grundstykkir seld við Myllá í Norðragøtu. Grundstykkini vórðu sett til sølu 8. mars, og eftir lítlari løtu vórðu flestu grundstykkini umbiðin, og fáar dagar seinni vóru tey øll farin, skrivar kommunan.
Fólkatalið í kommununi veksur eisini støðugt. Seinastu fimm árini er fólkatalið vaksið við 10,8 present, og eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum er stórur.
Býráðið hevur tí sett sær fyri at fáa gongd á íbúðarbygging fyri at fáa fleiri bústaðir í kommununi.
Á býráðsfundi 28. januar samtykti býráðið eisini at bjóða økið norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging, á býráðsfundi 25. februar samtykti býráðið at gera økið í Syðrugøtu klárt til íbúðarbygging, og á býráðsfundi 24. mars samtykti býráðið so at seta gongd á útstykkingina í Leirvík, bæði til vanlig grundstykkir og til íbúðarbygging.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald