
Síðani bryggjaríið OY á Hálsi í Havn byrjaði at bryggja fyri gott einum ári síðani, eru fleiri spennandi øl, sum hava lagt seg eftir at nøkta kræsna góman, komnar á marknaðin.
Men ikki fyrr enn nú er ein vanlig gulløl at fáa frá OY.
Fríggjadagin verður møguligt at keypa Gullregn í Sjoppini hjá OY á Hálsi, í Rúsunum kring landið og úr kranum á skeinkistøðum, boðar bryggjaríið frá í tíðindaskrivi.
- Gullregn er ein sokallað ‘golden lager’. Vit hava lagt okkum eftir at bryggja eina vanliga gulløl, sum føroyingum dámar. Talan er um eina øl, sum hevur ein reinan smakk og ikki er ov beisk, hevur tvey sløg av humlu, er silkimjúk og er rund og bleyt, sigur Alesandro Ersettigh, bryggjari á OY.
Gullregn er ikki fyri børn
Gullregn er eitt vakurt træ sum veksur væl í Føroyum. Eyðkendu gulldroparnir, sum hanga niður úr trænum, eru hugtakandi vakrir. Men tey, sum eru vaksin upp við gullregni í garðinum, vita, at blóman kann vera vandamikil fyri børn, tí eitt sindur av eitri er í plantunum. Tí verður ofta sagt, at man ikki skal stilla seg undir gullregnið. Gullrúsur skal njótast undir skipaðum umstøðum.
Gullølin frá OY er heldur ikki fyri børn, men hon er til øll vaksin. Ølin egnar seg væl til festivalar og stevnur, men kann sjálvandi njótast alt árið, skrivar bryggjaríið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald