
Í dag er júst eitt ár síðani, at fyrsti koronutilburðir í Føroyum varð staðfestur. Um eingin smitta verður funnin í koronukanningunum í dag, so verður tað ein vika síðani, at Føroyar aftur komu niður á null koronutilburðir. Átta prosent av íbúgvunum í Føroyum eru nú koppsettur fyri koronu, og tí er tað ymiskt, ið bendir á, at føroyska samfelagið kann gerast meira frítt á ymsan hátt.
Tað er møguligt, at tað er júst tað, ið verður kunngjørt seint fyrrapartin í morgin. Løgmansskrivstovan hevur fyri lítlari løtu síðani boðað frá, at landstýrið í morgin fer at leggja nýggj koronutilmæli fram.
Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.
Tíðindafundurin fríggjadagin 5. mars byrjar klokkan 11 og verður í Kringvarpi Føroya. Hetta verður fyrsti koronutíðindafundur í ár.
Les eisini:
Eitt ár síðani fyrsta tilburðin
353 fólk koppsett á Ellis-og-røktarheimum í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald