Innanlands

Nýggj lóg á veg í Danmark: Bert tvey fólk kunnu vera saman í senn

Ætlanin hjá forsætisráðharranum er eisini, at geva møguleikan fyri forbjóða at fólk uppihalda seg á støðum uttandura eisini, og at bøturnar fyri brot á epedimilóginia skulu hækka

Metta Frederiksen hevur fleiri ferðir sagt, at danska stjórnin og myndugleikarnir heldur skulu fara ov langt við átøkunum móti koronavirusinum, enn ov stutt (Mynd: EPA)

Metta Frederiksen hevur fleiri ferðir sagt, at danska stjórnin og myndugleikarnir heldur skulu fara ov langt við átøkunum móti koronavirusinum, enn ov stutt (Mynd: EPA)

2020-03-26 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni kunnu í mesta lagi tíggju fólk savnast í Danmark, men frá 4. apríl verður tað helst bert tvey. Eisini verður møguleiki fyri at geva forboð fyri at verða í m.a parkum, á flogvallum, ella á strondini og  fyri at steingja spælipláss. Hetta tí, at hesi støðini, serlig tá góðveður er, og nógv fólk leita til tey, kunnu vera miðdepil fyri smittuspjaðing. Bøturnar fyri at bróta ásetingarnar skulu vera stórar.

Tað er í brævi frá Mette Frederiksen til formannin í Fólkatinginum, Henrik Dam Kristensen, sum TV2 onkursvegna hevur fingið fatur á, at hesi átøkini verða nevnd. Talan verður um lógir, ið Fólkatingið skal viðgerða og samtykkja - líknandi sum skundlógin, sum kom ígjøgnum herfyri.

Yvirlit yvir ætlaðu broytingarnar, hvussu tær skulu fremjast, umframt frávik, sæst her

Lógin verður sambært TV2 løgd fyri Fólkatingið í dag, og so verða 2. og 3. viðgerð í komandi viku. Hon skal koma í gildi 4. apríl - áðrenn ætlaðu páskaferiuna hjá løgtinginum.

Lond sum Týskland hava eisini forboð fyri, at fleiri enn tvey fólk savnast. Einasta staðið, ið skal vera undantakið í Danmark er í húsarhaldinum; um tað eru fleiri enn tvey í einum húsarhaldi verður eingin koyrdur út. Tað verður tó ikki loyvt at fáa fólk inn í sítt hús ella sína íbuð, ið ikki eru partur av húsarhaldinum. 

Lógin verður gjørd fyri at fyribyrgja møguleikanum fyri smittuspjaðing so nógv sum gjørligt. Bøturnar fyri at bróta hana og ganga ímóti tiltøkunum verða størri enn tær núverandi, og fólkatingið fer við hesum at geva løgregluni størri heimildir. Eisini verða bøturnar til mat- og skeinkistøð nógv størri, um tey framvegis hava opið. 

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder