Innanlands

Nýggj matstova letur upp í Havn

Geisa er navnið á spildur nýggjari matstovu, sum letur upp í juni. Grillað kjøt verður snúvningsaksan

Pætur Skeel Nolsøe, Tóki Skeel Nolsøe og Rúni Djurhuus

Pætur Skeel Nolsøe, Tóki Skeel Nolsøe og Rúni Djurhuus

2020-05-11 23:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á triðju hædd í stóra bygninginum hjá Havnar Klubba letur spildurnýggj matstova upp, Geisa. Konseptið við Geisa er góðskumatur til ein lagaligan penga.

Tað eru Pætur Skeel Nolsøe, og fólkini handan Pizza 67 og Angus Steakhouse, sum standa fyri matstovuni. Hetta eru øll fólk, ið hava drúgvar royndir í matstovuvinnuni.

- Geisa er ein nútímans matstova, sum borðreiður við einum múgvandi sjálvtøkuborðið. Á sjálvtøkuborðinum verður hópin av leskiligum kjøti, salatum, suppa og annað leskiligt, verður sagt í tíðindaskrivi. Ein kokkur sker kjøtið niður til tín, og í matstovuni gongur eitt starvsfólk við flógvum kipsi, og bjóðar á tín borðisk.

[object Object]

Geisa er ætlað vaksnum fólki, sum vil njóta ein góðan bita í sera hugnaligum og núttímans umstøðum fyri ein lagaligan penga.

Geisa merkir login av eldi. Orsøkin til navnið er, at grillað kjøt verður snúvningsaksan á matarlepanum.

Matstovan letur upp í juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder