Innanlands

Nyggj nevnd í Havnar Framburðsfelag fer undir at fyrireika býráðsvalið

Formaður í nýggju nevndini er Rói B. Poulsen. Regin W. Dalsgaard er næstformaður

Helgi Debes Michelsen, skrivari og Rói B. Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag (Savnsmynd: Fólkaflokkurin)

Helgi Debes Michelsen, skrivari og Rói B. Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag (Savnsmynd: Fólkaflokkurin)

2020-05-15 06:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í vikuni varð nýggj nevnd vald fyri Havnar Framburðsfelag, sum er limafelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi.

Í nýggju nevndini eru kend nøvn. Regin W. Dalsgaard er komin upp í nevndina, og so er Óli Breckmann eisini partur av nevndini.

Í nýggju nevndini eru:
Rói B. Poulsen, formaður
Regin W. Dalsgaard, næstformaður
Helgi D. Michelsen, skrivari
Birgir Nielsen, kassameistari
Óli Breckmann, nevndarlimur

Havnar Framburðsfelag hevur eins og hini limafeløglini hjá Fólkaflokkinum tveir limir í floksleiðsluni. Umboðini í floksleiðsluni vera Regin W. Dalsgaard og Rói B. Poulsen.

Eitt sera týdningarmikið býráðsval stendur fyri framman og tí fer nevndin beint til brots at skipa fyri uppstillingarfundum, sigur felagið í tíðindaskrivi. Býráðsval verður í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder