
Interkommunali renovasjónsfelagsskapurin IRF hevur nú fingið nýggja nevnd eftir kommunuvalið í vetur.
Á aðalfundi hjá IRF í gjár varð nevndin mannað av nýggjum, og hesi vórðu vald:
Gunvá við Keldu, Klaksvík, Hans Anders Jacobsen, Strendur, Oluf Müller, Kvívík, Jóanis Albert Nielsen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Alvi Mortensen, Tvøroyri.
Nevndin skipaði seg beint eftir fundin við Hans Anders Jacobsen sum formanni og Jóanis Albert Nielsen sum næstformanni.
Í mun til gomlu nevndina, vórðu fimm fólk skift úr nevndini. Í gomlu nevndini vóru: Tummas Lervig, Klaksvík, Artur Johansen, Strendur, Petra Iversen, Kvívík, Jonhard Joensen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Kristina Roest, Trongisvágur.
Nevndin hjá IRF verður vald eftir kommunuvalini og situr í fýra ár. Viðtøkurnar siga, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald