Leygardagin 23. mai hevði ADHD-felagið ársaðalfund í MEGD-húsinum á Íslandsvegnum. Stóra tilgongdin í limaskaranum sást aftur, tí nógv fólk varð møtt, tað var so at siga fult hús.
Eitt sera aktivt og spennandi ár
Á fundinum helt forkvinnan, Bjørg Dam formannsrøðu um eitt sera aktivt og spennandi ár, har nevndin legði út við herferðini “viðurkenning”, hvørs endamál var at gera ADHD/ADD meira kent millum foreldur, fólk, politikarar og fakfólk, soleiðis at lættari er at tosa um tað, so tey við ADHD fáa ta neyðugu hjálpina.
Eitt stórt megnartak varð tikið fyri ADHD, tá ADHD Megnartak ráðstevnan var fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum í august. Felagið hevur fingið eina nýggja heimasíðu og eina talgilda limaskipan, ið ger tað lættari at gerast limur. ADHD Rundferðir hava verið fyri fullsettum salum í Sørvági og á Oyrabakka. Næsta Rundferðin verður í Klaksvík, tá koronatilmælini loyva tí.
Í desember fekk felagið stóra adventsgávu á kr. 50.000 frá BETRI, sum tey í felagnum eru sera takksom fyri.
Fullteknað faklig ráðstevna var í januar við heitinum ADHD og arbeiðsmarknaðurin, har undirtema var “Hvussu kunna vit tryggja eitt gott og langt arbeiðslív”. Yvirlýsingin varð gjørd og kann síggjast á adhd.fo.
Tað var eisini í januar, at felagið fekk eina skrivstovu í MEGD-húsinum. Eisini sendu tey fyri fyrstu ferð tvey ung, Báru og Asger til Finnlands at umboða felagið í stórari norðurlendskari ráðstevnu, sum Norðurlandaráðið skipaði fyri.
Í mars byrjaðu 4 sjálvhjálparbólkar fyri ávikavíst vaksnum, børnum, foreldrum at børnum og foreldrum at ungum. Hetta er eitt stórt og týdningarmikið fet fyri felagið.
Felagið er komið í samstarv við ADHD feløgini í norðanlondunum og skuldi eftir ætlan luttikið á árliga fundinum í mai. Fundurin er tó útsettur til í november.
Í summar varð meira peningur settur av til útgreining av vaksnum og stór varð gleðin, tá felagið frætti, at ein ADHD klinikk verður sett á stovn.
– Vit bíða spent eftir degnum hon letur upp og vóna, at øll tey, ið eru útgreinaði privat, verða innslúsaði í okkara heilsuverk sum skjótast. Vit fegnast eisini um, at vælferðarlógin er samtykt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Lærarar rópa neyðarróp
Í fólkaskúlanum er lítil framgongd, sigur felagið. Lærarar rópa neyðarróp, tí teir hava ikki førleikar og umstøður at undirvísa børnum við ADHD.
– Vit harmast sera nógv um, at tað frættist at Føroya stórsta og glæsiligasta fólkaskúlaverkætlan, Skúlin á Fløtum, hevur ongar serflokkar ella pláss til at fáa serflokkar. Hetta er ein skandala, tí eftir okkara tykki eiga allir skúlar yvir 200 børn at hava serflokkar. Nógv gott er hent undanfarna ár, men á fólkaskúlaøkinum og førleikaøkinum innan øll økir eru vit eftirbátar. Hetta verða mál, vit fara at arbeiða við.
Aftaná formliga fundarskránna, hevði sjúkrarøktarfrøðingurin Oddbjørg Johansen eina framløgu, um at arbeiða við ungum við sálarligum avbjóðingum á bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág.
Anna Nolsøe Joensen segði frá sínu ótrúligu ferð og um at náa síni settu mál. Frá at verða sera sjúk og langtíðarinnløgd sum 14 ára gomul, til at fáa røttu diagnosuna, viðgerð og hjálp, eitt nú á stovninum í Stoffalág og við DAT viðgerð á Psykiatriini. Anna er í dag 23 ára gomul, er trúlovað og er í barsil frá læraraútbúgvingini.
Úr fýra upp í seks nevndarlimir
Á aðalfundinum skuldi nýggir limir veljast í nevndina. Fráfararandi limirnir vóru Maibritt Hansen, Eyðvør Gudmundsson, Sunrid Rasmussen og Hans Hilmarson Hansen.
Á fundinum varð avgjørt at seta talið á nevndarlimum upp, fyri at fáa meira arbeiðsmegi, royndir og vitan í nevndina, og fyri at røkka longur út.
Nevndarlimatalið fór úr fýra upp í seks umframt tveir tiltakslimir. Tað vil siga, at fýra nýggir limir vórðu valdir í nevndina og tveir tiltakslimir.
Á fyrsta nevndarfundinum skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Bjørg Dam
Næstformaður: Asger Kristian Eið Karinarson
Skrivari: Maiken á Mýrini
Peningarøkil: Anne Sophie Nordendal
Miðlar/kunning: Bára Silvansdóttir og Anna Nolsøe Joensen
Tiltakslimir: Edmund Djurhuus og Poula Patursson
Bjørg Dam er afturvald forkvinna og hevur verið í nevndini í eitt ár saman við Báru Silvansdóttir. Nýggju limirnir sita í nevndini í tvey ár, undantak er tó at Anna Nolsøe Joensen situr í eitt ár, eftir viðtøkum felagsins.
- Nevndin arbeiðir við at orða málsetningar fyri komandi setu, hesar fara vit at almannakunngera seinni. Vit kunnu tó longu avdúka, at vit vilja seta andlit á ADHD og ADD í Føroyum, og tað verður ein spennandi herferð við tiltøkum. Hertil skal finnast eitt nýtt fangandi herróp, sum eisini kann nýtast sum hashtag, øll boð eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald