Mentan

Nýggj skaldsøga eftir Katrina Ottarsdóttur

Bókin snýr seg um hvussu “genta í verðini” roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið

Katrin Ottarsdóttir (Savnsmynd)

Katrin Ottarsdóttir (Savnsmynd)

2023-03-20 17:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin kemur út skaldsøgan “Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottarsdóttur.

Skaldsøgan er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni “Gentan í verðini (2020), og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum.

Tann innhugsna "gentan í verðini" gongur nú í studentaskúla í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og – næturnar eru merktar av ótryggleika.

Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita av.

Bókin verður at fáa í bókahandlunum 23. mars. Hon er góðar 300 síður, og kostar 348 krónur.

Útgevari er nýstovnaða forlagið Asfalt, sum Hugin Eide stendur aftanfyri. Mentanargrunnur Landinds hevur stuðlað útgávuni. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna.

Seld til Danmarkar
Danska forlagið Jensen & Dalgaard hevur keypt rættindi at geva bókina út á donskum. Umsetari er Anya Mathilde Poulsen, sum hevur umsett fleiri av krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen, og danska útgávan kemur væntandi á várið næsta ár.

Tvær bókaframløgur
Í sambandi við útgávuna vera tvær bókaframløgur í Havn og Runavík við upplestri, samrøðu og bókasignering.

Hóskvøldið 23. mars kl. 19 í Paname Café/Gamla bókahandli í Havn, har Ivan H. Niclasen, prátar við Katrina um skaldsøguna. Og mánakvøldið 27. mars kl. 19.30 á Bókasavninum við Løkin, Runavík, har Dania O. Tausen samrøður við Katrina.

Báðar bókaframløgurnar eru almennar og ókeypis. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder