Uttanlands

Nýggj stjórn í Svøríki

Nakrar útskiftingar, men ikki á teimum tungu ráðharrasessunum

Stefan Löfven vísir fram nýggju stjørnina (Mynd: EPA)

Stefan Löfven vísir fram nýggju stjørnina (Mynd: EPA)

2019-01-21 13:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin kunngjørdi svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven nýggju stjórnina eftir at Vänsterpartiet nú ikki longur er stuðul hjá samgonguni millum sosialdemokratarnar og Umhvørvisflokkin, men stuðlarnir ístaðin liggja á miðjuni, nevniliga flokkarnir Liberalerna og Centerpartiet.

Isabella Lövin, umhvørvis- og veðurlagsráðharri, heldur fram sum varaforsætisráðharri.

Eisini teir ’tungu’ ráðharrarnir, Margot Wallström sum uttanríkisráðharri og Magdalena Andersson sum fíggjarmálaráðharri, halda fram.

Og so kemur ein fyrrverandi ráðharri aftur í stjórnina. Tað er Anders Ygeman, sum verður ráðharri í ráðharraráðnum fyri infrakervi.

Ygeman er fyrrverandi innlendismálaráðharri, men mátti fara frá í gjár í sambandi við eina gølu um kt-trygd.

Les: Löfven koyrir tveir ráðharrar úr stjórnini 

Longu undan stjórnarskiftinum var greitt, at ein av mest markantu ráðharrunum hjá Umhvørvisflokkinum, Alice Bah Kunke, gevst sum mentamálaráðharri, tí hon hevur gjørt av at stilla upp til valið til ES-tingið seinni vár. Sama er galdandi fyri sosialdemokratin Helene Fritzon, sum var ráðharri fyri tilflyting og migrasjón.

Nýggjur mentamálaráðharri verður Amanda Lind úr umhvørvisflokkinum, sum í gomlu stjórnini var ráðharri fyri handil og ES-viðurskifti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder