Fyri aðru ferð eru ungdómsumboð vald í Fuglafjarðar kommunu. Hetta skrivar fuglafjordur.fo.
Nýggja nevndin hevði sín fyrsta fund beint fyri jóla. Í henni sita Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg.
At verða ungdómsumboð, inniber millum annað at umboða ungdómin í Fuglafjarðar kommunu, at vera ráðgevari hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum, at hittast í býráðssalinum og at vera við í til dømis ramløgum og fjølmiðlum, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
Nevndin hevur fund eina ferð um mánaðin - ella eftir tørvi - situr í eitt ár, og verður hon lønt fyri sítt arbeiði. Tey í ungdómsnevndini kunnu altíð seta ungdómsmál á skrá
- Um tú hevur okkurt hugskot, sum tú kundi hugsað tær bleiv til veruleika, so er at siga tað við títt umboð, ella at senda okkum hugskotið í DM á instagram @fuglarnir_ung
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald