Mentan

Nýggj útgáva: Føroysk purisma

Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Føroyamálsdeildini, hevur skrivað bókina, "Føroysk purisma: Føroysk orð ella orð í føroyskum?"

2021-05-12 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í vikuni ella fyrst í komandi viku kemur eitt verk út hjá Jógvani í Lon Jacobsen, professara á Føroyamálsdeildini, sum bókaforlagið Fróðskapur gevur út.

Bókin snýr seg um føroyska purismu, bæði søguliga og samtíðarliga. Eisini er ein ástøðiligur partur um t.d. málvariatión, hugburð, normar og atlaging, umframt greiningar av trimum útvarpssamrøðum, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Tann søguligi tráðurin gongur heilt aftur til tann klassiska retorikkin, tí vit síggja nøkur felags eyðkenni í retorikkinum og purismuni.

Tann samtíðarligi parturin byggir í høvuðsheitum á kanningar um tøkuorð og nýggjyrði, sum var partur av eini stórari felags norðurlendskari kanning frá umleið 2000 til 2013 undir heitinum "Moderne importord i språka i Norden".

Fróðskapur er bókaforlag, sum Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya eiga í felag. Forlagið gevur umleið fimm bøkur út árliga. Nakrar av bókum forlagsins eru eisini tøkar sum ebøkur.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder