2022-12-05 18:55
Miðskeiðis í hesum mánaðinum kemur nýggj fløga á marknaðin. Tað er Marjun Wolles, sum hevur verið í studio í Asheville í USA og tikið upp. Konseptið er eitt slag av “syngið við” sangum á føroyskum – allir væl kendir.
Á fløguni eru 17 sangir, t.d. “Ein firvaldur í góðum lag”, “Fagra blóma” og “Boðar tú til allar tjóðir”.
Fløgan er ein uppløgd jólagáva, serliga til teirra, sum dáma, at orðini hoyrast týðiliga og at fylgispælið er róligt. Við fløguni fylgir vakurt myndprýddur bóklingur við tekstum og nótum.
Til ber at hoyra sangin “Kom og dansa” á YouTube
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald