Mentan

Nýggja bókin hjá J.K. Rowling verður eisini givin út á føroyskum

Talan er um fyrstu pappírsbókina til børn, sum J.K. Rowling gevur út, síðan hon skrivaði bøkurnar um Harry Potter. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í heyst

Í nýggju bókini hjá heimskenda rithøvundanum ber til at lesa um Jack, sum leitar eftir yndisleiku síni - einum spæligrísi - ið hvørvur jólaaftan. Bókin er til børn, sum eru umleið átta ár og eldri

Í nýggju bókini hjá heimskenda rithøvundanum ber til at lesa um Jack, sum leitar eftir yndisleiku síni - einum spæligrísi - ið hvørvur jólaaftan. Bókin er til børn, sum eru umleið átta ár og eldri

2021-05-27 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nýggju bókini hjá heimskenda rithøvundanum ber til at lesa um Jack, sum leitar eftir yndisleiku síni - einum spæligrísi - ið hvørvur jólaaftan. Bókin er til børn, sum eru umleið átta ár og eldri. Talan er um fyrstu pappírsbókina til børn, sum J.K. Rowling gevur út, síðan hon skrivaði bøkurnar um Harry Potter. 

Stjórin á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen, sigur í tíðindaskrivi soleiðis um komandi útgávuna:

- Vit á Bókadeildini gleðast um at vera partur av hesi spennandi útgávuætlan. Eins og Harry Potter-bøkurnar megnar bókin at viðgera veruleikan á gandakendan hátt og talar soleiðis beint til børn í øllum aldri

Upprunaheitið á bókini er The Christmas Pig, og kemur út í Bretlandi í oktober. Bókadeild Føroya Lærarafelags skrivar, at bókin kemur út samstundis á føroyskum, ið er eitt av teimum mongu málunum, ið hon verður umsett til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder