Uttanlands

Nýggja danska stjórnin verður kunngjørd klokkan 9

Einasta, sum er kent er, at Mette Frederiksen heldur fram í forsætisráðnum

Ein reyð og tveir bláir. Nú skulu tey borgarligu og sosialdemokratarnir finna stevið saman fyri fyrstu ferð í 40 ár (Mynd: EPA)

Ein reyð og tveir bláir. Nú skulu tey borgarligu og sosialdemokratarnir finna stevið saman fyri fyrstu ferð í 40 ár (Mynd: EPA)

2022-12-15 07:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað einasta, sum almenningurin veit um nýggju donsku stjórnina, ið verður skipað seinni í dag er, at Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðkvinna í nýggju SVM-stjórnini.

Ongi onnur nøvn eru enn likin út um, hvør skal sita í stjórnini, skrivar dr.dk.

Og neyvan verður tað heldur ikki fyrr enn klokkan 9 føroyska tíð, at nøvnini á nýggju ráðharrunum og -kvinnunum verða almenn. Tá verða stjórnarlimirnir kunngjørdir fyri drotningini og krúnprinsinum á Amalienborg í Keypmannahavn. Síðan verður stillað upp til vanligu “familjumyndina”, sum altíð verður gjørt, tá nýggj stjórn er skipað.

Klokkan 10.15 skulu drotningin og krúnprinsurin heilsa upp á teir ráðharrarnar og -kvinnurnar, sum gevast. Frá klokkan 12.30 í dag verður so skiftið í teimum ymisku ráðunum.

Í gjár kunngjørdu teir tríggir floksleiðararnir, Mette Frederiksen, Jakob Ellemann-Jensen og Lars Løkke Rasmussen grundarlagið fyri nýggju stjórnini millum sosialdemokratarnar, Venstre, og tey moderatu.

Les eisini: Nýggja fongslið í Føroyum skal vera liðugt í 2029

Tað eru 40 ár síðan, at sosialdemokratarnir og Venstre seinast hava sitið í stjórn saman, og hesa ferð verður tað saman við einum flokki, ið júst er valdur inn á Fólkating. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder