Innanlands

Nýggja ferðaætlanin komin í gildi í dag

Ferðaætlanin á fleiri Bygdaleiðum er nú tillagað, og nú verða fleiri møguleikar at koma fram á meginøkinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-30 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandferðslan fekk 86 hoyringssvar uppá uppskot til tillaging av ferðaætlan á fýra leiðum, og eftir viðgerð av innkomnu hoyringssvarum, er ferðaætlanin nú tillagað í mun til ymisk ynski og ásettu fíggjarligar karmar og undirstøðukervið annars, verður boðað frá á ssl.fo.

Broytingarnar koma í gildi í dag, 30. apríl. Við broyttu ferðaætlanini verða fleiri møguleikar at koma fram á meginøkinum.

Broytingar taka við á hesum leiðum: 200, 201, 202, 300, 400, 401, 410, 440, 450, 460, 481, 500.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder