Mentan

Nýggja Harry Potter-sendirøðin kemur út jóladag

Nú er greitt nær nýggja sendirøðin hevur frumsýning á HBO Max.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-29 19:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja sendirøðin av Harry Potter hevur frumsýning á HBO Max jóladag, 25. desember 2026. Hetta upplýsir Watner Bros. Discovery í tíðindaskrivi í dag.

Sendirøðin byggir á hendingarnar frá bókarøðini um Harry Potter, sum J.K Rowling skrivaði.

Í mun til filmarnar av Harry Potter, verður sendirøðin meria trúgv móti bókunum, og hetta fyrsta umfari fer at snúgva seg um Harry Potter og vitramannasteinin, tá Harry, Ron og Hermione koma á Hogvartsskúlan og verða øll trý flokkað í Gryffindor húsið.

[object Object]Dominic McLauhlin hevur leiklutin sum Harry Potter í nýggju sendirøðini (Mynd: HBO)

Dominic McLauhlin, Arabella Stanton og Alastair Stout spæla ávikavist Harry Potter, Hermione Granger og Ron Weasley í nýggju sendirøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder