Innanlands

Nýggja kappróðrarneystið í Klaksvík reist

Tað er mett at kosta umleið níggju milliónir krónur og skal eftir ætlan standa liðugt í heyst

Reisigildið á útfyllingini í miðbýnum í Klaksvík í dag (Mynd: klaksvik.fo)

Reisigildið á útfyllingini í miðbýnum í Klaksvík í dag (Mynd: klaksvik.fo)

2022-06-15 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í dag varð reisigildið hildið á útfyllingini á Sandinum, beint við Biskopstorgið, har nýggja kappróðrarneystinum nú stendur.

- Arbeiðið byrjaði fyrst í árinum og í dag veittraði Merkið, saman við fløggum frá kappróðrarfelagnum, yvir nýggja prýðiliga neystinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt seint í heyst.

[object Object]

[object Object]
Mynd: klaksvik.fo

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, har tað eisini stendur, at fitt av fólki var komið saman til reisigildið. Talan var um arbeiðsfólk, politikkarar og eisini nevndina í Klaksvíkar kappróðrarfelag, ið var væl umboðað til hátíðarhaldið. Karl Johansen, borgarstjóri, segði nøkur orð og síðan varð boðið til ein døgurða í arbeiðsskúrinum.

- Borgarstjórin gleddist saman við nevndini í felagnunum um umstøðurnar, sum kappróðurin í býnum nú fær. Tað fer at gera tað hugaligt hjá bæði nevnd og rógvarum í arbeiðinum fram ímóti góðum úrslitum.

Tað er byggifyritøkan Malltek, sum er høvuðsarbeiðstakari.Nýggja kappróðarneystið er mett at kost umleið níggju milliónir krónur. 

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur fingið nógv góð úrslit seinastu mongu árini, og higartil í ár liggja fleiri bátar væl fyri í oddinum. Skjótt fara rógvararnir at fáa munandi betri umstøður enn í verandi neystið, ið eftir ætlan skal takast niður og gerast til húsarhaldskúla. Tað eru tó nógv í Norðuroyggjum, ið eru ímóti hesi ætlan

Les eisini: 1.460 mótmælisundirskriftir handaðar borgarstjóranum í Klaksvík


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder