Innanlands

Nýggja røntgan á Suðuroyar Sjúkrahúsi tikin í nýtslu

Nú ber til at taka allar vanligar myndir á staðnum. Starvsfólk á sjúkrahúsinum hava verið við til at skipa fyri, hvussu røntgenhølini skulu innrættast.

Mynd: tvk.fo

Mynd: tvk.fo

2021-04-27 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var ein stórur og serstakur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá nýggja røntgan bleiv tikin í nýtslu.

Suðuroyar Sjúkrahús setti í fjør tveir radiografar í starv fyri at fáa gongd á skannaran, sum var komin á sjúkrahúsið. Síðani varð farið undir eina tilgongd til at útvega nýggja røntgu. Táverandi røntga hevði avmarkingar. Millum annað var ikki møguligt at taka ávísar røntgenmyndir, av til dømis mjadnum og albogum. og tískil noyddist fólk altíð av oynni, tá hetta skuldi gerast, skrivar tvk.fo.

Eftir at játtan til keyp av nýggjari røntgen var komin uppá pláss, hava starvsfólk á sjúkrahúsinum verið við til at skipa fyri, hvussu røntgenhølini skulu innrættast. Maskinmeistarin á sjúkrahúsinum hevur havt eftirlitið við arbeiðinum, sum eisini stendur liðugt til tíðina. Alt arbeiðið við at gera hølini klár, er gjørt lokalt í Suðuroynni og er tað nakað, ið sjúkrahússtjórin, Hans Pauli Henryson, fegnast um, og hann sigur, at talan er um eitt stórt arbeiði, ið liggur aftanfyri.

Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar, at nýggja røntgan er av slagnum Ysio max, er frá frá Siemens og er loftupphongd - mótvegis gomlu røntguni, ið stóð á gólvinum. Hon varð keypt í desember 2020, og í gjár varð røntgan nýtt fyri fyrstu ferð. Eftir at játtan til keyp av nýggjari røntgen var komin uppá pláss, hava starvsfólk á sjúkrahúsinum verið við til at skipa fyri hvussu røntgenhølini skulu innrættast. Maskinmeistarin á sjúkrahúsinum hevur havt eftirlitið við arbeiðinum, sum eisini stendur liðugt til tíðina. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava nú eitt heilt nýtt gjøgnumtonkt høli við nýggjari og sera framkomnari útgerð.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder