Mentan

Nýggja útgávan hjá Týr er klár

Fyrsta útgávan í sjey ár verður leysgivin 8. mars - hoyr fyrsta staklagið her

(Mynd: Týr)

(Mynd: Týr)

2019-01-14 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski kvæðarokkbólkurin Týr er nú til reiðar at leyslata fyrstu fløgu sína síðan 2013. ”Hel” eitur nýggja fløgan, sum verður givin út hjá Metal Blade Records 8. mars.

Longu nú er møguleiki at lurta eftir fyrsta staklagnum frá útgávuni. Talan er um lagið ”Fire and Flame”.

Á Youtube er møguligt at gera viðmerkingar til løgini, og sambært hesum, so hevur saknur verið í nýggjum tilfari frá Týr, tí bólkurin fær heilsur úr øllum heiminum, sum bera boð um, at nýggja lagið er kærkomið.

Seinasta útgávan hjá Týr, Valkyrja, kom út í 2013.

Í nýggju útgávuni er tað ikki bara Heri Joensen, sum skrivar tónleikin. Hesaferð hevur verið pláss fyri fleiri løgum hjá bassleikaranum Gunnar Thomsen og hinum guittarleikaranum, Terja Skibenæs, eisini.

Terji Skibenæs hevur annars boðað frá, at hann ætlar sær at gevast í Týr, men í tíðindunum, sum altjóða rokkmiðlar skriva um nýggju føroysku útgávuna, hevur Terji Skibenæs, sín vanliga leiklut í Týr í hesi útgávuni. Terji hevur annars verið avlloystur av einum ungarskum guittarleikara, Atilla Vörös, á konsertferðunum.

Les eisini: Týr missir ein bólkalim 

Hinvegin er tað nú greitt, at bólkurin hevur funnið fastan trummuleikara, eftir at bólkurin hevur roynt fleiri trummuleikarar hesa seinastu tíðina.

Handan trummurnar situr nú ungverjin Tadeusz Rieckmann fast.

Í samrøðu við netmiðilin blabbermouth.net sigur Heri Joensen:

- Vit í nøkur ár leita eftir rætta manninum, men Tadeucz er rætti maðurin til uppgávuna. Hann er sera dugnaligur tekniskt, men samstundis hevur hann ein natúrligan gamaldags tungan máta at spæla uppá, og við júst teirri sál, sum vit høvdu brúk fyri.

Hugtaksliga ferðast nýggja fløgan enn einaferð í norsku gudalæruni, og heiti fløguni, Hel, er galdandi bæði fyri deyðsríkið og fyri gudinnuni, dóttir Loka,sum ræður fyri borgum har.

Tvey føroysk kvæði eru komin við á playlistan á nýggju fløguni. Talan er um Ragnars Kvæði og Álvur Kongur.

Heri Joensen greiðir frá fyri Blabbermouth, at hann valdi Ragnars kvæði fyrst av øllum tí honum dámar lagið, serliga niðurlagið. Álvur Kongur er tikin við, tí kvæðið í ávísan snýr seg um Óðin, og so er eisini talan um eitt gott lag.

Týr hava tikið sær góða stundir at taka nýggju útgávuna upp. Heri Joensen og Gunnar Thomsen hava sjálvur staðið fyri einum stórum parti av upptøkunum í egnum studio í Søldarfirði. Trummurnar eru lagdar afturat í einum upptøkuhøli í Danmark, meðan Terji Skibenæs eisini sjálvur hevur tiki upp sínar soli. Nakrar av upptøkunum eru eisini gjørdar, meðan bólkurin hevur verið á ferð í Norðuramerika.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder