2022-11-14 22:41
Mikukvøldið 16. november klokkan 19 verður nýggjársguðstænastan, sum skal sendast í Sjónvarpinum nýggjársnátt, tikin upp í Hoyvíkar kirkju.
Tað verður Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, prædikar, og á skránni verða eiisni framførslur frá Tórshavnar Manskóri bólkinum Sway.
– Øll eru sjálvsagt vælkomin í kirkju, og Hoyvíkar kirkja og Kringvarpið vóna at nógv fólk møtir upp hetta kvøldið fyri at gera nýggjársguðstænastuna hátíðarliga, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald