2023-12-30 12:00
Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan. Í ár er ætlanin at víðka nakað um haldið við kyndlagongu og báli.
Kyndlagongan byrjar við gomlu dansistovuna klokkan 23. Nógvir kyndlar eru gjørdir, og vónað verður, at nógv møta til kyndlagonguna, skrivar Sjóvar kommuna.
Frá dansistovuni verður gingið út til bygdahúsið, har bál verður tendrað. Fýrverk verður skotið á midnátt, og aftaná verða øll boðin inn í bygdahúsið til suppu. Sangur og hugni er á skránni fram til klokkan 1.30, tá kommunan bjóðar til nýggjársdand við LM-BAND.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald