Á árligu Ólavsøkuframsýningini, “Listating – ArtThing Steinatún” hjá Listafelag Føroya keypti Føroya Banka Savnið fimm føroysk samtíðarlistaverk; listafólkini eru Elin Josefina Smith Wolefsen, Fríða Berg, Hanni J. Bjartalíð og Joel Cole.
Føroya Banka Savnið, fyrr BankNordik-savnið, hevur síðan byrjan í 2017 keypt 59 listaverk frá 17 listafólkum.
Stuðulin frá Føroya Banka hevur gjørt tað møguligt hjá savninum at keypa føroyska samtíðarlist.
Teksturin undir myndunum er lántur úr bóklinginum, “Listating - ArtThing Steinatún”.
![]()
Eftir dragshow, at drekka bobblur á Bobi bar, 2020, 100x80 cm, olja
Elin Josefina Smith Wolffsen (f. 1964) arbeiðir við blandaðari tøkni, pappíri, oljumáling, tekning og skulpturi. Hon hevur luttikið í mongum sensueraðum framsýningum í Føroyum og uttanlands síðan 1985. Seinastu stakframsýningar hennara vóru í smiðjuni í Lítluvík, framsýningarnar “Vit lukta av líkum og ólíkum”, “A Tribute to Life” og “Sorg, sálarkvøl og heimloysi”.
![]()
Táliðin Tíð, 2026, 77x107 cm, krossfiner krit akryl gauche og lakk
Fríða Berg (f. 1984) er útbúgvin møblasnikkari og arkitektur frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Verkini hjá Fríðu byggja á áhugan fyri materialiteti og samspælinum millum náttúru og tað menniskjaskapta. Tey eru ein kanning av, hvussu tað abstrakta og tað handverksliga kunnu liva lið um lið.
![]()
Uttan heiti, 2026, 26,5 x 21 cm, ymiskt slag av træi, máling og glas Hanni J. Bjartalíð (f. 1968) er føddur í Klaksvík og fekk seinni sína listaútbúgving í Finnlandi. Hanni arbeiðir við málningum, málaðum træmyndum og standmyndum og ger eisini steinprent. Hansara verk røra seg millum tað figurativa og tað abstrakta, ofta við einføldum formum og einari sterkari kenslu fyri tilfari og strukturi.
![]()
Balance I, 68 x 35 x 40 cm, træ og stein
Joel Cole er føroyskur-amerikanskur listamaður, sum hevur ferðast til og búð í Føroyum í nærum 40 ár. Í sínum arbeiði nýtir hann natúrligt tilfar, serliga við úr heimliga Minnesota River Valley, sum hann arbeiðir við á serligar og hugtakandi mátar, ið viðgera menniskjaliga tilveru við atliti til tað at vera fremmandur, annarleiðis og á jaðrinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald