Innanlands

Nýggjur borgaralisti í Eysturkommunu

Trettan valevni eru á listanum, ið ynskir at vera politiskt óheftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-13 11:42 Author image
Niels Pauli Danielsen

Síðani Eysturkommuna varð stovnað, hevur tað einans verið politisk uppstillan til býráðsvalið. Men í ár er støða tikin til at gera ein politiskt óheftan lista.

Borgaralistin vil arbeiða fyri enn betri trivnaði, samstarvi og felagsskapi, øllum borgarum at frama. Á borgaralistanum er trettan valevni, harav ellivu menn og tvær kvinnur.

Tey trettan valevnini á Borgaralistanum eru:

Petur Súni Jacobsen, Leirvík

Magnus Skoralíð, Leirvík

Tollakur Joensen, Norðragøta

Marjun Andreasardóttir, Syðrugøta

Hans Jacob á Líknargøtu, Syðrugøta

Dánjal Andreasen, Leirvík

Eyðun Hansen, Norðragøta

Alfred Ellingsgaard, Leirvík

Katrin Kjartansdóttir, Leirvík

Hjalti Dalheim, Norðragøta

Uni Rasmussen, Norðragøta

Per Martin Gregersen, Norðragøta

Hugo Skorastein, Syðrugøta

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald