Danski filmurin “Den store stilhed”, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, er um 29 ára gomlu Almu, sum førir eitt stillført lív í einum nútímans katólskum kleystri. Beint fyri at hon skal geva tey ævigu lyftini sum nunna, kemur eldri beiggi hennara, Erik, púra óvæntaður á gátt. Hann vil hava hansara part av arvinum eftir pápan, sum er deyður.
Vitjanin fær Almu at minnast aftur á eina døkka sorgarhending, sum hon í mong ár hevur gjørt alt fyri at halda loyniliga. Meðan Alma er um at missa fótafestið og trúnna á ein frelsandi Gud, nærkast hátíðardagurin, tá hon skal geva endaliga nunnulyftið í kleystrinum.
Í høvuðsleiklutinum sum Alma, síggja vit norsku Kristine Kujath Thorp, sum fyrr hevur verið við í fimum sum “Ninjababy” og “Nordsøen”. Mótleikari hennara er Elliott Crosset Hove, sum vit júst hava sæð í íslendska filminum “Volaða land”.
“Den store stilhed” er fyrsti filmur hjá donsku Katrine Brocks. Filmurin hevur fingið framúr ummæli, m.a. frá Christian Ditlev Jensen, sum í Ekko kallar leikstjóran gudagivnan, og sigur at: ”Katrine Brocks spillefilmdebuterer med en teologisk thriller, der med vilde overraskelser og mesterlige skuespilpræstationer kommer helt ned i de religiøse og etiske lag.”
“Den store stilhed” verður vístur mikukvøldið 18. januar kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald