Innanlands

Nýggjur deildarleiðari á Matriklinum

Jeppe Sommer Bruun er settur í starv sum deildarleiðari á Matrikul á Umhvørvisstovuni

2021-08-05 20:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jeppe Sommer Bruun, landinspektørur, er settur í starv sum deildarleiðari á Matrikul á Umhvørvisstovuni.

Jeppe er 31 ára gamal, og hevur verið í starvi á Umhvørvisstovuni síðani mars 2021. Frammanundan starvaðist hann í seks ár hjá privatari landmátarafyritøku í Danmark.

Hjá nýggja leiðaranum verður ein av fremstu uppgávunum at víðarimenna matrikulin og at virka fyri øktari talgilding av matrikuleru veitingunum.

Jeppe avloysir Ronnie Thomassen, sum heldur fram í ráðgevarastarvi á Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder