Tróndur T. Johannesen er settur sum deildarleiðari fyri tøknideildina á Pf. Fiskaaling. Hann tekur við starvinum beinan vegin.
Virksemið á Fiskaaling hevur ment seg nógv seinnu árini. Deildin fyri tøkni og umhvørvi hevur í serligan mun fevnt um fleiri arbeiðsøki, frá aldu- og streymviðurskifti og til liviumstøður hjá alifiski á sjónum.
Gunnvør á Norði hevur verið deildarleiðari fyri hesi deildini, sum nú verður býtt í tvey. Gunnvør heldur fram sum deildarleiðari, meðan Tróndur tekur við sum deildarleiðari fyri partinum, sum fæst við alisfrøðiligu viðurskiftini á firðum, sundum og opnum økjum.
Á nýggju deildini eru seks starvsfólk, sum granska viðurskifti á sjónum.
- Vit arbeiða nógv við at granska aldu- og streymviðurskifti, sum kunnu ávirka alivirksemið í Føroyum, men eisini aðrar verkætlanir eru á skránni, bæði her á deildini og í samstarvi við aðrar deildir, sigur Tróndur við heimasíðuna hjá Fiskaaling.
Tróndur T. Johannesen er útbúgvin Cand.Scient. í støddfrøði frá Aalborg Universitet. Hann hevur serliga royndir frá arbeiði við greining og viðgerð av dátum og modelleringar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald