Mikudagin 6. mai verður en nýggjur heimildarfilmur tøkur á Netflix. Talan er um filmin "Becoming", sum snýr seg um fyrrverandi forsetafrúuna í USA, Michelle Obama.
Filmurin hevur sama heiti sum bestseljandi sjálvævisøga hennara, sum varð givin út í 2018. Í hesum sambandi var Michelle Obama eisini á ferð, har hon vitjaði 34 stórbýir kring heimin, m.a. danska høvuðsstaðin. Upptøkur frá ferðini verða, sambært Ritzau, eisini at síggja í heimildarfilminum.
Sambært The Hollywood Reporter hevur hendan verkætlanin verið framleidd í loyndum, og vóru bert fá fólk, ið vistu um hana.
"Becoming" er leikstjórnaður av Nadia Hallgren. Tað er felagið Higher Ground, sum Michelle Obama og maður hennara, fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, eiga.
Higher Ground vann ein Oscar fyri "besta heimildarfilm" fyrr í ár fyri filmin "American Factory".
Niðanfyri sæst eitt brot úr "Becoming".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald