Eftir granskingararbeiði í tveir mánaðir er ein danskur framleiðari nú klárur við eini eini test av covid-19, sum kann takast í brúk beinanvegin.
Við hesi royndini gerst tað lættari at kanna, um fólk hava verið smittað við koronavirus.
Umframt at geva hesa einføldu vissuna, kann testin eisini brúkast til at halda eyga við smittuspjaðing, skrivar Ritzau.
Tað er Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn saman við Keypmannahavnar Universiteti og Novo Nordisk, sum hava gjørt hesa kanningarútgerðina.
- Vit kunnu brúka testina til at kanna, hvussu útbreidd covid-19 smittan hevur verið í danska fólkinum, sigur Peter Garred, professari á Diagnostisk Center á Ríkissjúkrahúsinum.
Nógv neyvari
Talan er um eina test, ið er nógv tryggari enn tær, ið higartil eru brúktar, verður sagt.
- Vit kenna allar staklutir í testini, og kunnu eisini í samstarvinum við Novo Nordisk verða sjálvhjálpin í hesum arbeiði, sigur Peter Garred við Ritzau.
Nær henda royndin verður bjóðað brúkarum, er nú upp til Statens Serum Institut og donsku regiónirnar.
- Testin er klár og kann sendast út í næstu viku, sigur Peter Garred.
Higartil hevur tilfarið at gera royndir av andevni verið framleitt uttanlands. Donsku regiónirnar hava keypt tilfar úr Kina, sokallaðu Livzon-testina, sum hevur ein neyvleika á 75-77 prosent.
Hetta er ov lágur neyvleiki til, at Statens Serum Institutt hevur viljað brúkt hetta slag av testum.
Nýggja testin hevur ein neyvleika á 97 til 98 prosent.
Óvist hvussu leingi kroppurin framleiðir andevni
Enn vita granskararnir tó ikki, um ein veruliga er vardur fyri smittuni, um ein hevur andevni í kroppinum, ella hvussu leingi kroppurin heldur á við at framleiða andevni.
- Tað er nakað, ið skal kannast nærri, sigur Peter Garred við Ritzau.
Umframt testina at kanna andevni, hava granskarar ment eina test, ið kann brúkast til at kanna, hvat slag av andevnum eru í blóðinum.
Hetta kann seinni brúkast til at velja donorar, ið kunnu lata andevni til viðgerð av sjúklingum, ið eru raktir av covid-19.
- Í framtíðini, tá vitan okkara um sjúkuna er størri, kann okkara test vónandi eisini kunna brúkast til at vísa á, hvør er mótstøðuførur móti virusinum, sigur Peter Garred.
Kanningar higartil vísa, at bert fá fólk í Danmark hava ment andevni móti covid-19.
Ein kanning hjá Statens Serum Institut í mai vísti, at bert 1,1 prosent av 1.071 tilvildarligum útvaldum persónum í Danmark, høvdu andevni, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald