Innanlands

Nýggjur pallur til ferðafólk: Kunnu bíleggja túrar og aðrar upplivingar

Nú kunnu ferðafólk, sum vitja í Føroyum, bíleggja sær túrar og aðrar upplivingar beinleiðis á netinum

2018-06-28 14:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú kunnu ferðafólk, sum vitja í Føroyum, bíleggja sær túrar og aðrar upplivingar beinleiðis á netinum. Guide to Faroe Islands eitur føroyski portalurin, sum savnar øll tey mongu tilboðini, sum føroyskir veitarar bjóða ferðafólkum.

Guide to Faroe Islands er bæði til verandi veitarar, og so ber eisini til hjá nýggjum veitarum at brúka portalin. Tað er lætt og skjótt sum veitari at stovna egnan brúkara á Guide to Faroe Islands og leggja veitingarnar til ferðafólk út á síðuna. Síðani marknaðarførir Guide to Faroe Islands tilboðini hjá bæði stóru og smáu veitarunum.

Umframt túrar og onnur tilboð ber eisini til at leggja gisting og bilútleigan út á síðuna, sum sæst HER.

Visit Faroe Islands hevur boðið nýggju síðuni vælkomnari, tí tørvur er at kunna bíleggja tilboð til ferðafólk alt á einum stað. Vinnuframi hevur veitt Guide to Faroe Islands fíggjarligan styrk.

Fleiri veitarar hava longu lagt síni tilboð til ferðafólk út á portalin, og fleiri eru á veg.

Á guidetofaroeislands.fo kunnu ferðafólk eitt nú leita eftir Book your tours in the Faroe Islands og síggja eitt yvirlit yvir tilboð til ferðafólk í Føroyum.

Guide to Faroe Islands leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið - soleiðis at fleiri í framtíðini fara at bjóða ferðafólkum veitingar og kunnu liva av ferðavinnuni.

Guide to Faroe Islands vil í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi ferðavinnu arbeiða tætt saman við myndugleikum og laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra tørvi og treytum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder