Mentan

Nýggjur partur av "Friends" verður tikin upp í mars

Nýggi parturin skuldi upprunaliga verða tøkur á HBO Max í mai í ár, men orsakað av covid-19 vórðu upptøkurnar útsettar

2020-11-14 20:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar varð kunngjørt, at HBO fór at framleiða ein nýggjan, serligan part av hit sjónvarpsrøðini "Friends".

Sendingin, ið snýr seg um seks vinfólk í New York varð send í sjónvarpinum í árunum 1994 – 2004.

Ætlanin var, at nýggi parturin skuldi verða tøkur á nýggju stroymingartænastuni HBO Max í mai, men upptøkurnar vórðu útsettar ferð eftir ferð orsakað av covid-19.

Men nú boðar Matthew Perry, sjónleikarin handan Chandler Bing, frá at upptøkurnar verða gjørdar í mars. Tað skrivar Ritzau.

Enn er ógreitt, hvat fólk kunnu vænta. Sambært miðlinum soundvenue, er einki handrit gjørt til sendingina, og tí kann talan sostatt vera um okkurt, ið minnir um eina prátsending, sum fer at snúgva seg um sjónvarpsrøðina.

Umframt Matthew Perry verða hinir høvuðsleikararnir, Jennifer Aniston (Rachel), Lisa Kudrow (Phoebe), Corteney Cox (Monica), David Schwimmer (Ross), og Matt LeBlanc (Joey) eisini at síggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder