Innanlands

Nýggjur páskasangur at hoyra í Leirvík

Árni Jacobsen hevur yrkt sangin, og Høgni Jógvansson hevur gjørt lagið. Framført varð fyri fyrstu ferð 2. páskadag í Missiónshúsinum - til ber at hoyra hann her

Sangurin var fyrstu ferð sungin á páskamøtinum í Leirvíkar Missiónshúsi 2. páskadag 2025 (Mynd: trubodin.fo)

Sangurin var fyrstu ferð sungin á páskamøtinum í Leirvíkar Missiónshúsi 2. páskadag 2025 (Mynd: trubodin.fo)

2025-04-22 20:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, 2. Páskadag, var ein nýggjur páskasangur at hoyra í Leirvíkar Missiónshúsið.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Trúboðanum, har tað ber til at hoyra hendan sangin, sum Árni Jacobsen hevur yrkt, og Høgni Jógvansson hevur gjørt lagið til.

Hoyr sangin HER

Upptøkan er úr Leirvík 2. Páskdag. Bæði Árni og Høgni eru leirvíkingar - teksturin sæst niðanfyri: 

1. Ein skírisdag teir sótu har,
við páskalambi borðreitt varð.
Sítt likam gav og dýra blóð,
mær gevur hjartafrið og ró.

Mín páskavón er Jesu navn,
trygt leggi alt í hansar favn.
Í lív og deyða er hjá mær,
ta størstu tøkkina hann fær.
Mín páskavón er Jesu navn.


2. Mót Golgata hann lýðin fer,
har allar heimsins syndir ber.
Ímillum ránsmenn hongdur varð,
bert háð og spottorð hoyra fær.

3. Í gravarhelli løgdu hann,
øll vón nú úti vera man.
Og fyri gravarmunnan ein,
teir seta trivaligan stein.

4. Men páskamorgun spratt ein vón,
tá Jesu grøv var staðfest tóm.
Tí yvir deyðans valdi vann.
Kom, ivandi, tú trúgv á hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder