Mentan

Nýggjur sangur við Magna Christiansen

Sangurin "Tíð at liva" er gjørdur um Svínoynna og til minnis um Sjúrð Jacobsen – Magni Christiansen eigur lagið, og Steintór Rasmussen eigur orðini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-20 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Magni Christiansen gevur nú út nýggjan sang.

“Tíð at liva” eitur nýggi sangurin, sum er gjørdur um Svínoynna og til minnis um Sjúrð Jacobsen.

Magni Christiansen eigur lagið, og Steintór Rasmussen eigur orðini.

Sangurin er upptikin í Rúm 43 í Hoydølum, og tað er Per Ingvaldur Højgaard Petersen sum hevur gjørt upptøkurnar og ljóðblandað.

Tað er Bernhard Højgaard Petersen sum hevur frammleitt sangin, og Finnur Hansen hevur Mastrað sangin, sum kann hoyrast omanfyri.

Um sangin:
Sang: Magni Christiansen
Kór: Jóhanna Sofía Petersen, Ingrid Højgaard Petersen, Jensia Kjærbæk
Klaver, dobro, mandolin, guitar, banjo: Bernhard Højgaard Petersen
Violin: Angelika Hansen
Bass: Eivin Christiansen
Trummur: Sámal Pauli Bernhardsson Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder