Innanlands

Nýggjur sóknarprestur skal setast í Fuglafjarðar prestagjaldi

Ætlanin er, at ein avloysari fyri Anne Mette Greve Klementsen verður settur 1. juni

Fuglafjarðar kirkja

Fuglafjarðar kirkja

2020-04-01 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Fuglafjarðar prestagjald.

Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjur: Í Elduvík, í Leirvík og í Fuglafirði. Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum: Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funningsfirði.

Embætið verður eftir ætlan sett 1. juni 2020, skrivar Føroya Stiftsstjórn í starvslýsingini.

Prestagarðurin er í Fuglafirði, Mørkin 10, men hann verður dagførdur í løtuni, og verður ikki tøkur fyrrenn  1. mai 2021. Tí skulu sóknarpresturin, sum verður settur, og biskupur gera eina avtalu um bústaðin í skiftistíðini, verður skrivað í starvslýsingini. Tað er bústaðarskylda knýtt at embætinum. 

Í umsóknini kemur eisini fram, at umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin á sumri 2020 og kunnu taka við kallinum 15. juli 2020, eru vælkomnir at søkja.

Anne Mette Greve Klementsen hevur røkt embætið síðani 2011. Danski presturin skal skjótt taka við eftir Sonju Klein í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Hon skuldi setast inn 19. apríl við hámessu, men undir verandi umstøðuna er ivasamt, um hendan dagfestingin heldur. Anne Mette Greve Klementsen røkir framvegis starvið í Fuglafjarðar prestagjaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder