Mikudagin vísir Filmsfelagið nýggja filmin hjá Wes Anderson, har ein røð av kendum stjørnum spæla við.
Nýggi Wes Anderson filmurin, "Asteroid City”, fer fram í einum uppspunnum býi í amerikansku oyðimørkini mitt í fimmtiárunum. Við tí endamáli at skapa felagsskapir úr øllum landinum, og tað serliga millum lesandi og foreldur, verður skipað fyri eini vísundaligari kapping og ráðstevnu. Brádliga verður ráðstevnan órógvað, og ógvusligar hendingar fara fram, sum ávirka allan heimin.
Serliga í liti og senugrafi, er Wes Anderson ein av mest sermerktu og stílskapandi leikstjórum á okkara døgum. Henda ávirkan sást týðuliga aftur í sjónvarpsrøðini ”Seks spurningar um at vera menniskja” í Kringvarpinum í fjør. Eini parturin vann Geytavirðislønina í 2020. Nám hevur gjørt undirvísingartilfar til hesa røðina, sum er í seks pørtum.
Millum leikararnar í filminum eru Tom Hanks, Margot Robbie, Scarlett Johansson, Bryan Cranston og Willem Dafoe.
“Asteroid City” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 27. september kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald