Mentan

Nýggur skotskur filmur í Filmsfelagnum

"Aftersun" eitur nógv róstur filmur eftir unga skotska leikstjóran Charlotte Wells 

2023-02-09 13:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Aftersun”, sum Filmsfelagið vísir komandi mikukvøld, er fyrsti filmur hjá 35 ára gomlu skotsku Charlotte Wells, sum hevur lisið film í New York. “Aftersun” er tann filmur á skránni hjá Filmsfelagnum, ið hetta skeiðið hevur fingið hægsta stigatal, 95 stig av 100 møguligum, hjá Metascore.

Filmurin er um Sophie (Frankie Corio), ið grundar yvir eina charterferð við pápanum (Paul Mescal) í Turkalandi fyri tjúgu árum síðan.

Við høvuðsdenti á viðurskiftini millum pápa og dóttur førir filmurin okkum eymligani aftur til sólheita frítíðarstaðin í 90’unum, har vit møta sólbrúnum ferðafólkum, ið dansa macarena og liggja slotandi við svimjihylin, meðan ein karaokesangari roynir seg við sanginum hjá R.E.M. ”Losing My Religion”.

Paul Mescal hevur fyrr spælt við í røðini “Normal People” og í Oscartilnevnda filminum “The Lost Daughter”. Hann er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina í ár fyri leiklutin í “Aftersun”. Poetiskt melankolski filmurin varð frumsýndur í Cannes í fjør, har Charlotte Wells vann “French Touch Prize of the Critics' Week Jury” fyri “Aftersun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder