Tá allar ferðavinnuráðstevnur í vár vórðu avlýstar, valdi GreenGate Incoming at skipa fyri forvitnisligum fjarstøðufundum við agentar í mai mánað.
– Vit vóru í gongd við at nýhugsa hvussu vit kundu halda sambandið við líka við okkara samstarvsfelagar, tí tað er enn meir umráðandi nú enn áður. Nærum øll sita heima og arbeiða, og vit hava nokk øll brúk fyri onkrum jaligum og íblástri í einari annars daprari tíð. Vit fingu íblástur til hetta átakið frá frálíka átakinum hjá VisitFaroeIslands, Remote Tourism.
– Vit hava valt at bjóða agentum, vit samstarva við í útlondum, til Remote Meetings, har GreenGate vitjar fleiri av veitarunum vit samstarva við í Føroyum, vit fáa eina rundvísing, og læra meir um tey og møguleikarnar í Føroyum at kenna, og agentar ið luttaka hava møguleika at seta okkum spurningar. Tað er so umráðandi at halda sambandið við líka, bæði við føroysku veitararnar og við útlendsku agentarnar, siga samskipararnir av átakinum hjá GreenGate, Tordis K. á Rógvi Simonsen og Edward I. Leo. Tey bæði eru MICE-deildin hjá GreenGate, ið arbeiðir við vinnuferðavinnu, ráðstevnum, fundarferðavinnu osfr.
Átakið hevur longu fingið góða undirtøku frá agentunum, og Edward og Tordis eru spent at royna seg við hesari øðrvísí uppgávuni, fleiri týsdagar og hósdagar í mai.
Øll ferðavinnan berjist í hesum tíðum, og tey hjá GreenGate vilja fegin vera pro-aktiv, og arbeiða við at skapa møguleikar eisini aftaná korona, bæði við at koma við øðrvísi átøkum og tillaging av upplivingum, so tað er trygt hjá bæði føroyingum og útlendingum at uppliva Føroyar við GreenGate.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald