Uttanlands

Instagram- og Snapchatnýtsla minkað millum ung

Kanning vísir, at færri og færri ung í Noregi brúka sosialu miðlarnir Instagram og Snapchat

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-18 19:58 Author image
Elisa Vang
placeholder

Ein kvartalskanning, sum kanningarfyritøkan Ipsos hevur gjørt, vísir fyri fyrstu ferð, at færri og færri ung brúka sosialu miðlarnir Instagram og Snapchat.

Kann talan vera um ein trend? "Tað er trupult at vátta, um talan er um ein trend. Higartil er hava vit bara tølini fyri fjórðu árshálvu í 2018. Tey vísa, at nýtslan av Instagra og Snapchat er minkað", sigur Warembourg. "Kanningin bendir á, at vit eru komin til eitt mettustøði, men tað kann næsta kanning vátta".

Tølini vísa, at færri upplýsa, at tey hava vangar á ymiskum sosialum miðlum:

- Minking í nýtslu av Facebook í øllum aldursbólkum. Hetta metir Isos vera ein yvirorðnaður trendur

- Minking í nýtslu av Instagram, frá 82% til 74% (ung 18-29 ár)

- Minking í nýtslu av Snapchat, frá 80% til 83% (ung 18-29 ár)

 

Strævið at vera á netinum allatíð

Petter Bae Brandtzæg ,visindaligt hjálparfólk á Universitetinum í Oslo hevu gjørt samrøður við ung um sosialar miðlar.

"Ein stórur partur av teimum ungu halda tað vera sera strævið at vera á etinum alla tíðina. Tað er streingjandi altíð at vera tøk/ur", sigur hann. Brændtzæg er samdur við Warembourg um, at vit eru komin á eitt mettupunkt fyri sosialir miðlar.

Kortini leggur hann dent á, at Instagram og Snpchat framhaldandi eru høvuðsmiðlarnir hjá teimum ungu:

Tað er áhugavert í sær sjálvum, at tey halda seg til hesir miðlarnir, tí teir eru sera óformellir. Tað er til dømis ikki møguligt at spora, tað tú sendir, á Snapchat, og heldur fram, at: "nógv hava jú bret seg á Facebook við at leggja nakað út á Facebook, sum kann sporast aftur til tín leingi eftir, tað er lagt út".

 

Síggj alla kanningina Ipsos HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder