Innanlands

Nýtslan av heilivági hjá alivinnuni nú almenn

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú almannakunngjørt listan yvir hvørjar heilivágir alifiskurin fær og hvussu nógv

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-15 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Neyvt yvirlit yvir nýtsluna av heilivági í føroysku alivinnuni er nú tøkt á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvstovuni.

Í yvirlitinum sæst, hvat aliøki talan er um, hvør loyvishavarin er, nær og hvussu heilivágurin er latin laksinum, og at enda sæst hvussu stórar nøgdir av heilivági eru.

Privatstarvandi fiskadjóralæknar og privatstarvandi fiskaheilsukandidatar skulu skráseta allar viðkomandi upplýsingar í elektronisku aliskipanini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, tá heilivágur verður latin laksinum.

Yvirlitið á heimasíðuni www.hfs.fo verður dagført so hvørt, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest viðgerðir í elektronisku aliskipanini.

Landstýrismaðurin við vinnumálum avgjørdi í 2017, at upplýsingar um nøgd av laksi, tal av laksalús og heilivágsnýtsla í alivinnuni, skulu verða alment atkomiligar. Hetta var staðfest í kunngerð, og sum fekk virknað 1 januar 2018.

Síðani hevur verið arbeitt við at seta skipanina í verk, skrivar heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Arbeiðið við heilivágsnýtsluni vísti seg at verða drúgvari enn upprunaliga hildið. Tó so, eru partar av almannakunngeðrini hvat tal av laksi og laksalýs sett í verk á www.hfs.fo nakað eftir at kunngerðin var lýst síðst í 2017.

Nú tá nýtslan av heilivági eisini er komin út á www.hfs.fo, eru kunngerðarkrøvini loksins gingin á møti.

Her sæst listin yvir heilivágsnýtsluna 

Listin vísir, at tann nógv mest brúkti heilivágurin er ein, har virkna evnið eitur Emamectinbenzoate, og hetta er eitt evni, sum verður brúkt í stríðnum móti laksalús.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder